Føroyar smurdu Ukraina av 33-26 og hava beina kós móti EM

Føroyar smurdu Ukraina av 33-26 og hava beina kós móti EM
Elias á Skipagøtu, Óli Mittún og Hákun West av Teigum gingu á odda í álopsspælinum, men dagsins leikari var uttan iva sprellimaðurin í føroyska málinum, Pauli Jacobsen
Pauli "Plankeværk" Jacobsen tók fullkomiliga pippið frá ukrainsku leikarunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.04.2023 - 20:33

Føroyar eiga nakrar av bestu ungu honsbóltsspælarunum í Evropa. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tað staðfestu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum, Pauli Jacobsen og allir hinir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti í EM-undankappingardystinum móti Ukraina í kvøld. 

Høllin á Hálsi í Havn stóð til at brest av 2000 spentum áskoðarunum, ið onkursvegna ánaðu at okkurt spennandi var í væntu. 

Sigurin móti Rumenia herfyri var heldur ikki nakað eindømi.  

Spenningur var í roynd og veru ongantíð um, hvør fór at vinna dystin, tí Føroyar vóru greitt oman á frá fyrsta til síðsta bríksl og vunnu sannførandi 33-26.

Teis Horn Rasmussen stríddist manniliga inni á strikuni móti stóru og sterku ukrainunum. Tvey mál skoraði Teis, men tað er serliga í verjupartinum, at hann er ein av ómissiligu stuðlunum á manslandsliðnum.

Hóast ukrainar ansaðu sera væl eftir Hákuni West av Teigum, skoraði stjørnuvongurin seks ferðir upp á sjey royndir.

Óli Mittún er einans 17 ár, men bygdur sum eitt tanks. Púra óræddur leyp hann ferð eftir ferð á brúðu ukrainsku verjuna, og sjey ferðir endaði tað við, at bólturin lá í ukrainska málinum. 

Nógvar kenslur vóru í spæl í Høllini á Hálsi í kvøld, bæði á og uttan fyri vøllin. 

Ukrainski málverjin royndi alt tað, ið hann var mentur, fyri at steðga føroysku álopsmaskinuni við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún og Hákuni West av Teigum, men tá avtornaði hevði hann verið 33 ferðir inn í málinum eftir bóltinum. 

Tað var ongantíð iva um, hvat var betra liðið á vøllinum í Høllini á Hálsi í kvøld. Føroysku leikararnir høvdu betri bólteyga enn teir ukrainsku. 

Føroyar vóru oman á frá byrjan til enda og vunnu at enda við sjey málum, sum ger møguleikarnir fyri at sleppa við til EM-endaspælið betri. 

Leivur Mortensen spældi kanska sín besta landsdyst á vinstra vongi.

Í verjupartinum syrgdi hann fyri, at lítið og einki sást til ukrainska stórtalentið á høgra vongi, og í álopinum skeyt Leivur Mortensen trý mál. 

Ukrainsku verjuleikararnir megnaðu ikki at fylgja við fótfimu føroysku leikarunum, og tað gjørdi, at ukrainski málverjin stóð fyri skotum. 

Kanska besti hondbóltsleikari í heiminum í sínum árgangi, 17 ára gamli Óli Mittún. 

Hákun West av Teigum bleiv herfyri kosin besti ungi høgri vongur í øllum heiminum, og aftur í dystinum móti Ukraina staðfesti hann hesa støðu. 

Frøin var stór á føroysku leikarunum og venjaranum eftir sannførandi sigurin móti Ukraina. 

20 ára gamli spælskiparin og superstjørnan á føroyska landsliðnum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, hevði at síggja til ikki ein av sínum bestu dystum.

Einans 56 prosent av skotunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu endaðu í ukrainska málinum, og tað tóktist eins og hann ikki spældi í sínum hægsta giri. 

Hóast tað, so skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál og legði upp til átta onnur. 

Føroyar eiga ein altjóða hondbóltssuperstjørnu í sveipi. 

 

Føroyar - Ukraina
33:26 (17:12)

#      SPÆLARI                            
71    Elias Ellefsen á Skipagøtu (23 skot / 13 mál)
78    Óli Mittún (10 skot / 7 mál)
17    Hákun West Av Teigum (7 skot / 6 mál)
6      Leivur Mortensen (4  skot / 3 mál)
30    Tróndur Mikkelsen (2 skot / 2 mál)
79    Theis Horn Rasmussen (3 skot / 2 mál)
2      Helgi Hildarson Hoydal (1 skot / 0 mál)
8      Pætur Mikkjalsson      
9      Rói Berg Hansen        
10    Kjartan Johansen       
15    Jónas Gunnarsson Djurhuus   
25    Vilhelm Poulsen         
45    Peter Krogh             
61    Pauli Mittún             

1      Pauli Jacobsen (15 bjargingar / 40 skot) (37.50%)
16    Nicholas Satchwell 

 

Sí endaliga dómaraseðilin her

Sí endaligu hagtølini frá dystinum her

 

Støðan í bólkinum hjá Føroyum áðrenn síðsta umfar sunnudagin:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982