Svínoyingar vilja hava berghol

Svínoyingar vilja hava berghol
Klaksvíkar býráð skal taka støðu til uppskotið frá svínoyarnevndini í dag
Ritan er álitið hjá svínoyingum, men nú vilja svínoyingar hava berghol yvir í Havnina og gera havn har.
 
27.04.2023 - 08:31

Svínoyarnevndin vil hava berghol til Havnina og gera havn har.

Havnin er á útnyrðingshorninum á Svínoynni.

Klaksvíkar býráð skal taka støðu til uppskotið í dag.

Nevndirnar hjá býráðnum taka undir við svínoyarnevndini, sum mælir til at senda løgtinginum skriv. 

Tekur býráðið undir við uppskotinum, verður áheitan send løgtinginum. 

 

Landsverk nevnir tríggjar møguleikar

Landsverk hevur í nøkrum umførum arbeitt við uppskotum um nýggja farleið til Svínoyar.

Tríggir møguleikar eru nevndir.

Ein er nýggj ferjulega við brimgørðum á Eiðinum. Hetta er ivasom verkætlan. Hon er trupul og kostar nógv, stendur í skránni fyri býráðsfundin í dag.

 

Ferjulega við Havnina

Ein møguleiki er ferjulega við Havnina.

Hon gevur gott reglusemi. Hesin møguleikin er lættur at fremja, tá vegir og berghol eru gjørd.

Og so er rennistrongur til Svínoyar og víðari til Fugloyar ein møguleiki. Men her krevst tó framvegis sjósamband.

Landsverk hevur haraftrat viðgjørt undirsjóvartunnil til Svínoyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028