Ungur póllendingur dripin í Hafnarfirði

Ungur póllendingur dripin í Hafnarfirði
Tríggir menn sita í varðhaldi, og ein teirra hevur játtað seg sekan. Póllendingurin skal vera myrdur á einum parkeringsplássi
Tríggir mans sita framvegis í varðhaldi í málinum um drápið í Hafnarfirði.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
27.04.2023 - 14:53

Tað hevur vakt ans í Íslandi, at fýra ung fólk undir 20 ár í farnu viku vóru partur av einum máli um ein 27 ára gamlan pólskan mann í Hafnarfirði, sum er myrdur.

Fyrr í vikuni var ein 17 ára gomul genta latin leys, eftir at tað kom fram, at hon einki hevði við morðið at gera, men tríggir ungir menn eru framvegis í varðhaldi. Ein teirra hevur játtað seg sekan í morðinum, sum hendi á einum parkeringsplássi hóskvøldið 20. apríl.

 

Ósemja

Avhoyringar og kanningar hjá politinum siga, at ein ósemja tók seg upp inni á eini barr millum teir tríggjar ungu menninir og 27 ára gamla pólska mannin. Ósemjan helt síðani fram á einum parkeringsplássi uttan fyri barrina, har 27 ára gamli maðurin var stungin til deyðis.

Íslendski løgmálaráðharrin, Jón Gunnarsson, sigur við RÚV, íslendska kringvarpið, at eisini íslendska stjórnin er skelkað av morðinum á Hafnarfirði.

 

Hava vápn uppi á sær

Hann sigur, at løgreglan hevur greiðar ábendingar um, at fleiri og fleiri ungfólk í Íslandi eru farin at hava vápn uppi á sær.

Sambært Jóni Gunnarssyni siga serfrøðingar, at ungir íslendingar kenna seg meira ótryggar í samfelagnum og vilja kunna verja seg sjálvar. Hann sigur, at hetta er nakað, sum stjórnin má arbeiða við, tí tað eisini kann elva  til bandavirksemi, sigur hann við RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096