Sernám: Eingin loysn funnin enn

Sernám: Eingin loysn funnin enn
Arbeiðið at finna eina loysn á trupulleikunum á Sernámi í sambandi við børn við Down Syndromi vísir seg at taka longri tíð enn væntað
Arbeitt verður við málinum um Sernám, og landsstýrismaðurin lovar, at ein loysn verður funnin skjótt.
 
28.04.2023 - 10:46

Fleiri foreldur hava seinastu tíðina lagt Sernám undir at gera mun á børnum við Down Syndromi.

Summi børn hava, sambært foreldrunum, fingið játtan til ávísan stuðul, samstundis sum foreldur teirra hava fingið boð um ikki at tosa við onnur foreldur um hetta.

Stjórin á Sernámi, Margreth Olsen, hevur víst øllum ákærum aftur, og tvíheldur um, at Sernám ger ikki mun á børnum.

Fríggjadagin boðsendi landsstýrismaðurin umboðum fyri Javna, Megd, foreldur og Sernám á fund.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

 

Eftir fundin, sum gjørdist drúgvur, ásannaði Djóni N Joensen, at í løtuni fáa ikki øll børn við Down Syndromi tað máltilboðið, sum øll vilja hava.

- Sjálvandi skulu tey hava tað, segði hann, og ætlar tí at finna eina loysn, so vit kunnu veita ta hjálp, sum er neyðug.

Landsstýrismaðurin vildi einki ítøkiligt siga eftir fundin fríggjadagin, men segði tó, at nú høvdu partarnir fingið høvi til at siga sína hugsan og at bera fram sínar hugsanir um, hvussu økið frameftir kann skipast.

Í dag sigur Djóni Nolsøe Joensen, at tað vísir seg at taka longri tíð at finna eina loysn, enn hann hevði roknað við.

Men arbeitt verður við málinum, og andsstýrismaðurin lovar, at ein loysn verður funnin skjótt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328