Føroyingar krevja størri sildakvotu

Føroyingar krevja størri sildakvotu
Sildasamráðingar eru í London í hesum døgum. Jacob vestergaard, landsstýrismaður sigur, at ein ætlan er løgd fyri samráðingarnar
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ein ætlan er løgd fyri sildasamráðingarnar, men hann vil ikki vátta, um Føroyar fara at krevja størri kvotu.

18.10.2012 - 09:41

Samráðingarnar um norðhavssildina eru í dag og í morgin í London.

Hóast eingin vil vátta tíðindini, so fara Føroyar á fundinum at krevja størri part av norðhavssildini. Kravið verður sett fram í dag ella í morgin.

Kravið verður sett fram nú, tí fyrst í næstu viku fara londini aftur at samráðast um makrelin, og tí skulu hini londini kenna føroysku støðuna til sildina, áðrenn samráðingarnar um makrelin byrja.

Jacob vestergaard, landsstýrismaður sigur, at ein ætlan er løgd fyri samráðingarnar í London, men hann hevur ongar viðmerkingar til, um Føroyar fara at krevja størri sildakvotu.

Stovnurin er minkaður

Stovnurin av norðhavssild er í minking. Í 2009 mælti ICES til at fiska 1,6 milliónir tons, men í ár er tilmælið 833.000 tons, ella helvtina minni. Hóast tað, so er lutfalsliga meiri sild í føroyskum sjógvi. Tað er aftur staðfest í summar, tí fiskiskapurin eftir makreli hevur verið darvaður av nógvu sildini.

Noreg hevur nógv størstu sildakvotuna í ár, 508.000 tons. Russland eigur 107.000 tons, ES 54.000 tons, Føroyar 43.000 tons og Ísland 21.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424