Havnin vil upp í nýggja kommunufelagið

Havnin vil upp í nýggja kommunufelagið
Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka undir við at skipa nýtt kommunufelag
 
17.09.2013 - 07:54

Øll í býráðnum í Havn halda tað vera eitt gott hugskot at leggja saman Kommunusamskipanina og Kommunufelagið, so allar kommunur í Føroyum eru í sama felag.

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka undir við at skipa nýtt kommunufelag. Tey, sum ráða fyri borgum í Kommunusamskipanini og Kommunufelagnum, hava longu gjørt eitt uppskot um nýtt kommunufelag fyri allar kommunurnar.

Føroya kommunufelag varð stovnað í 1968. Í 1999 fóru seks tær størstu kommunurnar, býirnir, úr felagnum og stovnaða Kommunusamskipanina. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756