Dýrari hjá útlendingum í Mykinesi

Dýrari hjá útlendingum í Mykinesi
Frá 6. mai skulu útlendingar rinda 400 krónur fyri at vitja í oynni. Og hava tey ikki bílagt frammanundan, kostar tað 500 krónur
Nú verður dýrari hjá útlendingum at vitja í Mykinesi. (Savnsmynd)
 
01.05.2023 - 09:19

Nú verður uppaftur dýrari hjá útlendskum ferðafólki at vitja í Mykinesi. 

Frá 6. mai skulu tey rinda 400 krónur fyri at vitja í oynni. Og hava tey ikki bílagt frammanundan, kostar tað 500 krónur. 

Hetta er aftrat tí, sum tað kostar at koma út í oynna. 

Tað hava Hagapartarnir í Mykinesi gjørt av.

Í fjør kostaði tað 250 krónur, og í fyrrárið 100 krónur at vitja í oynni.

 

Skipa túrarnar øðrvísi

Túrarnir í Mykinesi verða tó skipaðir øðrvísi í ár.  Sum skilst verður ferðaleiðari við í ár. 

Farið verður til best umtóktu ferðamálini í oynni, og ferðafólkini fáa møguleika at uppliva ríka fuglalívið, stórslignu náttúruna og friðsæluna í bygdini. 

Gongdin verður skipað eftir fastari rutu, og byrjað verður við skúlan. 

Í bygdini verður gingið soleiðis, at bygdin og bygdarfólkið órógvast minst møguligt.

Skúlin verður brúktur sum kunningarstað, og hann verður leigaður frá Sørvágs kommunu. 

Kommunan er farin í holt við at umvæla skúlan, og hann verður væntandi klárur at taka í nýtslu seinni í summar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096