Spara hálva milliard við einari brennistøð fyri alt landið

Spara hálva milliard við einari brennistøð fyri alt landið
Ætlanin er at stovna nýtt renovatiónsfelag fyri allar kommunurnar
Í løtuni eru tvær brennistøðir í landinum, men nú verður arbeitt við at byggja eina brennistøð fyri alt landið.
 
01.05.2023 - 13:39

Arbeitt verður við at stovna nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í landinum kunnu verða limir í. 

Ætlanin er at byggja felags brennistøð fyri Tórshavnar kommunu, sum hevur sína egnu brennistøð á Sandvíkarhjalla, og hinar 28 kommunarnar, sum eru saman um brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík.

Sambært Torbirni Jacobsen, formanni í Kommunufelagnum, verður upp í hálv milliard krónur at spara.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01052023_Tobbi_um_brennistodir

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá forkvinnuni í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu, Bjørg Dam. Hon er stødd uttanlands.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435