Lívið snýr seg um fimleik

Lívið snýr seg um fimleik
Hon venur 25 tímar um vikuna og hevur sett sær stór mál fyri næstu tíðina. - Lívið snýr seg um fimleik, sigur Astrið N. Breckmann, sum júst hevur vunnið FM í amboðsfimleiki
01.05.2023 - 20:50

Um vikuskiftið vann hon sítt níggjunda føroyameistaraheitið.

Tað kom ikki óvart á nakran, tí síðstu nógvu árini hevur Astrið Nanly Breckmann sett stigið í føroyskum amboðsfimleiki við kvinnum.

 - Fimleikur gevur mær so nógv, bæði í høllini og uttanfyri. Alt lívið snýr seg um fimleik so mátin eg livi upp á, er lagaður til fimleikin, sigur 19 ára gamli íðkarin.

 - Tú hugsar nógv um, hvat tú etur og nær tú fert í song. Tað hevur ikki góða tíð at vera saman við vinum, men tað kann mann taka seinni í lívinum.


Venur nógv

Astrið Nanly Breckmann venur tvær ferðir um dagin - umleið 25 tímar um vikuna - og tekur miðnámsútbúgving sína upp á fýra ár, fyri at tað skal bera til.

Hon hevur fingið úrvalspening frá ÍSF, og tí ber til hjá henni at venja og kappast nógv.

Hugurin er góður í løtuni og nógvar kappingar liggja fyri framman, men ikki altíð hevur tað verið eins lætt at fara í venjingarbúnan.

 - Alt lívið hjá mær hevur verið í høllini, og eg royndi at hava frí í tvær vikur og fann útav, at tað kundi eg slett ikki. Eg saknaði tað alt ov nógv, sigur Astrið Nanly Breckmann.


Stór mál

Í FM, sum var í FIMI, kappaðust kvinnurnar í lopið, forskotnari barr, á bita og á gólvi, og Astrið Nanly Breckmann vann sannførandi samanlagt.

Hon hevur kortini ikki tíð til at taka sær av løttum, tí nógv er á skránni í næstum.

 - Vit hava DM um tvær vikur, so hava vit fimleikaoyggjaleikirnar fyrst í juli, norðurevropameistaraheitini, sum helst verða í november, og so ætli eg mær við til EM aftur næsta ár, sigur Astrið Nanly Breckmann.


Úrslit til Føroyameistaraheitini í amboðsfimleiki:

Kvinnur

1. Astrið Breckmann, HF, 46.800
2. Gunnvá Mørkøre, HF, 39.800
3. Sólja við Stein, Støkk, 33.850

Menn
1. Teitur K. í Hjøllum, HF, 63.000
2. Torleivur Christiansen, HF, 54.450
3. Bjarki í Jákupsstovu, Støkk, 45.850

Kvinnuunglingar
1. Mia Højgaard, HF, 43.250
2. Ronja Johannesen, HF, 41.800
3. Hjørdis Petursdóttir, Støkk, 30.500

Mansunglingar
1. Bjarki Johannesen, HF, 66.100
2. Bjarti Skylv Hansen, HF, 12.700


Teitur K. í Hjøllum vann føroyameistaraheitið hjá monnum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567