Málráðið skal eftirmetast av nýggjum

Málráðið skal eftirmetast av nýggjum
Arbeiðsbólkur verður settur, og hann skal m.a. svara, um lógin um málráð virkar eftir ætlan
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett Helenu Kannuberg, forkvinnu, (vinstrumegin á myndini) og Randi Kúrberg, næstforkvinnu í Málráðnum, í arbeiðsbólkin at eftirmeta Málráðið.
 
03.05.2023 - 08:32

Næsta heyst skal eftirmetingin um Málráðið leggjast fyri løgtingið.

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við eftirmetingina 1.september.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett Helenu Kannuberg, forkvinnu í Málráðnum, og Randi Kúrberg, næstforkvinnu, í arbeiðsbólkin, og hevur biðið um, at Málráðið setur eitt umboð fyri Málráðið.

 

Skal vera 20 síður

Arbeiðsbólkurin skal svara, um lógin um málráð virkar eftir ætlan. Harumframt skal kannast, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Frágreiðingin skal vera okkurt um 20 síður. 

Hon eigur at taka við sjónarmið hjá fyrrverandi forfólkum í Málráðum og viðkomandi samstarvspørtum. 

Ein frágreiðing um eftirmeting var skrivað í 2016. Hon var tó ongantíð løgd fram og kom ikki í løgtingið. 

 

Átta punkt í arbeiðssetninginum

Arbeiðsbólkurin, sum nú er settur, kann taka við upplýsingar úr henni, har tað verður mett viðkomandi.

Átta punkt eru í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum.

Millum annað skal hann lýsa, hvussu samstarvið er við Staðarnavnanevndina og Navnanevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096