Vil ikki seta forboð fyri telefonum í skúlanum

Vil ikki seta forboð fyri telefonum í skúlanum
Landsstýrismaðurin sigur kortini, at einki er til hendurs fyri at gera reglur um at brúka fartelefon í skúlanum
Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir . (Savnsmynd)
 
03.05.2023 - 10:04

- Tað er ikki rætt at seta forboð fyri fartelefonum í fólkaskúlanum.

Tí tað er í andsøgn við talgildisbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi sambært endamálsorðing fólkaskúlans. 

Hinvegin er onki til hindurs fyri at seta reglur um at brúka fartelefon í skúlanum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

 

Gjørt vegleiðandi reglur

Hann sigur, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftir fyrispurningi frá skúlunum gjørt vegleiðandi reglur um fartelefon.

Sambært teimum ger skúlastýrið atferðarreglur skúlans í samráði við skúlaleiðaran.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir við tilvísing um, at neyðugt er, at allir skúlar hava ein politikk á økinum. 

Næmingarnir eiga at vera tiknir við upp á ráð.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at hvørki Undirvísingarstýrið ella Nám hava gjørt nakrar ítøkiligar kanningar, um fartelefonin er ein avbjóðing í fólkaskúlanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328