Fiska kongafisk í altjóða sjógvi og brúka føroyskar havnir

Fiska kongafisk í altjóða sjógvi og brúka føroyskar havnir
Ísland og ICES hava mælt til at friða kongafiskin á Reykja­nesrygginum, men tað vil Russland ikki og fiskar kongafiskin.
Í hvussu so er seks russiskir trolarar fiska kongafisk beint við íslendska fiskimarkið, sigur Morgunblaðið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.05.2023 - 08:22

Russiskir trolarar brúka føroyskar havnir, tá teir fiska kongafisk á Reykjanesrygginum, skrivar Morgunblaðið.

Fiskiskapurin er í altjóða sjógvi, so Ísland fær einki gjørt við hann, uttan at nokta russiskum skipum at sleppa í íslendskar havnir.

Ísland og ICES hava mælt til at friða kongafiskin á Reykja­nesrygginum.

Men tað vil Russland ikki og fiskar kongafiskin.

 

Seks trolarar

Í hvussu so er seks russiskir trolarar fiska kongafisk beint við íslendska fiskimarkið.

Morgunblaðið hevur nøvnini hjá øllum seks.

Hóast Danmark vegna Føroyar og Grønland hevur skrivað undir forboðið hjá NEAFC fyri at fiska kongafisk, fáa russisku trolararnir allar tænastur í føroyskum havnum, skrivar Morgunblaðið.
 
Tey fara gjøgnum íslendskan sjógv, tá tey koma úr Føroyum og fara aftur til Føroya. Hetta er í lagi sambært ST-sáttmála.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328