ÚSUN-studningurin allarhelst ikki skerdur kortini

ÚSUN-studningurin allarhelst ikki skerdur kortini
Ætlanirnar hjá landsstýrinum at leggja ÚSUN-studningin um til lán verða allarhelst ikki framdar kortini, ljóðar tað frá Bjørn Kalsø.
18.09.2013 - 01:30

 

Í vár boðaði landsstýrið frá, at ÚSUN-studningurin, sum verður latin lesandi uttanfyri norðurlond, fer at verða lagdur um til lán. Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentanarmálum, segði tó í Degi & viku í gjár, at ætlanirnar væntandi verða sleptar.

 

- Tað sær út til, sum støðan er nú, at eg tíbetur sleppi undan at gera hesa broytingina, ljóðaði tað frá Bjørn Kalsø. Hann legði tó afturat, at hann metir ikki, at tað hevði skatt nakran at lagt skipanina um.

 

Lesandi uttanfyri norðurlond kunnu fáa upp í 80.000 krónur um árið til skúlagjøld frá ÚSUN, men ætlanin hjá landsstýrinum var, at flytur mann ikki heimaftur innan fimm ár, skulu hesir pengarnir rindast aftur sum lán.

 

Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða skrivstovuni, segði eisini, ætlanirnar um at skerja stuðulin, sum hava verið frammi, longu hava havt tað ávirkan, at lesandi í ár hava hildið seg aftur við at fara út um norðurlond. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.