Metallstykki í bommposum

Metallstykki í bommposum
Haribo afturkallar nú fleiri sløg av bommum, tí vandi er fyri smáum, leysum metallstykkjum í bommposunum
Metallstykki eru m.a. funnin í "Matador mix"
Mynd: haribo  
 
10.05.2023 - 07:39

Ein maskina hjá Haribo var í ólagi. Men hon er í lagi aftur nú, verður sagt.

Talan er um Matador Mix, Click Mix, Det Skæve Mix, Lakrilurer, Stjerne Mix, Goldbears, Fruktilure, Happy Mix, Sutter Skum, Skipper Skrå, Super Piratos, Lakrids Svesker, I Like Mix, Nappar Lakrits o​gNappar Frukt.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu, hfs.fo, stendur júst, hvørjir posar, talan er um. Sum vant eru ráðini, at vøran skal latast aftur í handlarnar, har hon er keypt, ella koyrast burtur. 

Fólk skulu spyrja egnan lækna um sjúku ella sjúkutekin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860