Samgongufundur um Eysturoyartunnilin í morgin

bannari
Samgongufundur um Eysturoyartunnilin í morgin
Frágreiðing kemur í dag, og samstundis roynir andstøðan at fáa nóg nógvar undirskriftir at seta kanningarstjóra
 
18.09.2013 - 08:18

Í morgin hevur samgongan aftur fund um Eysturoyartunnilin. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, í kjakinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Hann segði, at í dag kemur frágreiðingin, sum fólk í fýra aðalráðum, Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni, og hjá Landsverki fyri tveimum vikum síðani vórðu biðin um at gera.

Fyrimunir og vansar

Í frágreiðingini verður fyrst og fremst víst á fyrimunir og vansar við teimum ymsu mátunum at fíggja Eysturoyartunnilin, tað er privat ella alment. Sum skilst eru eisini dagførd ferðslutøl í frágreiðingini.

Samstundis roynir andstøðan at fáa 14 undirskriftir undir krav um at seta kanningarstjóra at kanna lutin hjá løgmanni í tunnilsmálinum hjá Innlendismálaráðnum. Tað upplýsti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í kjaksendingini.

Kári neyvan við

Verður Kári P. Højgaard taldur við, eru 14 fólk uttan fyri samgonguna. Men tað verður ikki hildið vera sannlíkt, at Kári P. Højgaard skrivar undir krav um kanningarstjóra í tunnilsmálinum, sum hann sjálvur byrjaði. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum er longu farin at kanna Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann. Men hon kannar ikki lutin hjá løgmanni í tunnilsmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655