Vinjard á ting fyri Jenis

Vinjard á ting fyri Jenis
Jenis av Rana er farin á aðalfund í ST, og verður burturstaddur til 8. oktober
Vinjard Johansen hevur tikið sæti á tingi fyri Jenis av Rana
 
18.09.2013 - 10:26

Jenis av Rana, løgtingsmaður, er farin til New York á aðalfundin hjá ST. Hann hevur tí søkt løgtingið um farloyvi, meðan hann er burturstaddur frá 17.september til 8.oktober. Næsti maður á listanum hjá Miðflokkinum er Vinjard Johansen í Saltangará, sum áður hevur havt sæti á tngi sum varamaður.

Løgtingið samtykti fyrrapartin uttan atkvøðugreiðslu, at Vinjard Johansen kann hava sæti á tingi, meðan Jenis av Rana er burturstaddur.

Vanliga fara tvey løgtingsfólk, eitt úr samgonguni og eitt úr andstøðuni, á aðalfundin hjá ST. Annað er fyrra partin av aðalfundinum og hitt seinna partin. Løgtingsfólkini eru við í donsku sendinevndini sum eygleiðarar á aðalfundinum hjá ST, sum er í New York um heystið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214