Væntar at hallið verður 150 mió. kr. størri enn mett

Væntar at hallið verður 150 mió. kr. størri enn mett
Aksel V. Johannesen hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um inntøkurnar
 
18.09.2013 - 10:52

Løgtingið hevur samtykt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum um skatta- og avgjaldsinntøkurnar hjá landskassanum.

Aksel V. Johannesen spyr Jørgen Niclasen, hvussu nógv skatta- og avgjaldsinntøkurnar eru hækkaðar fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við í fjør, og um hallið hjá landskassanum hevur verið hægri ella lægri fyrstu sjey mánaðirnar í ár enn í fjør.

Størri hall

Aksel V. Johannesen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at alt bendir á, at hallið í landskassanum í ár verður størri enn tær 243 milliónir krónurnar, sum mett varð á fíggjarlógini.

Hann vísir á, at sambært Taks eru avgjaldsinntøkurnar hækkaðar slakar 30 milliónir, men skattainntøkurnar eru lækkaðar slaka eina millión, og við at framskriva tølini fyri alt árið sæst, at inntøkuvøksturin verður á leið 45 milliónir kr. og ikki tær ætlaðu 200 milliónirnar.

Sostatt verða landskassainntøkurnar 150 milliónir krónur færri, enn landsstýrismaðurin upprunaliga metti, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Jørgen Niclasen, landsstýrismann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541