Eiga at fiska svartkjaft frá august til juli

Eiga at fiska svartkjaft frá august til juli
Símin í Túni, sum siglir við uppsjóvarskipi, sigur, at í løtuni fiska vit svartkjaft, tá hann er sera rak, men at broyta kvotuárið kann verða trupult, sigur fiskifrøðingur
Símin í Túni skjýtur upp at broyta kvotuárið frá januar til desember, til at vera frá august til juli.
 
15.05.2023 - 18:00

Kvoturnar av svartkjafti verða ikki gagnnýttar nóg væl, tí svartkjafturin verður fiskaður, tá hann er rakur. Tað sigur Símin í Túni, sum siglir við uppisjóvarskipi, í einum lesarabrævi í dag.  

Hann vísir á, at svartkjafturin er best fyri frá umleið september til hálvan februar, tá næstan allur tann stóri svartkjafturin er farin suður um føroyska markið at gýta. 

Tá svartkjafturin kemur aftur í føroyskan sjógv í apríl, er hann sera rak. Umleið 30 prosent rakari, enn tá hann er feitastur. Símin í Túni skjýtur tí upp at broyta kvotuárið frá januar til desember, til at vera frá august til juli.

 

Jan Arge Jacobsen er fiskifrøðingur á Havstovuni.

 

Vit hava spurt Jan Arge Jacobsen, deildarleiðara og fiskifrøðing á Havstovuni, um tað hevði verið eini fyrimunur at broytt vertíðina til svarkjaftafiskiskap, so meira fæst burtur úr svartkjaftinum við at fiska hann, tá hann er feitastur.

Hann sigur, at tað er ikki sum at siga tað at broyta kvotuárið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15052023_Jan_Arge_Jacobsen

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423