Toppfundur: Íslendingar geva løgmanni støðu sum stjórnarleiðara

Toppfundur: Íslendingar geva løgmanni støðu sum stjórnarleiðara
Toppfundurin hjá Evroparáðnum í Reykjavík byrjar seinnapartin, og bíðað verður í spenningi eftir, um ukrainski forsetin eisini verður við
Toppfundurin verður í Hørpu í Reykjavík.
 
16.05.2023 - 13:08

Toppfundurin í Evroparáðnum byrjar seinnapartin í Reykjavík.

Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina, og í Reykjavík verður bíðað í spenningi etir, um ukrainski forsetin, Zelenskyj, eisini verður við á toppfundinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er partur av donsku sendinevndini, men íslendsku vertirnir hava givið honum støðu sum stjórnarleiðara, sigur Hallur av Rana, tíðindamaður, úr Reykjavík:

 

16052023_Hallur_ur_Reykjavik_

 

 

Hallur av Rana fylgir toppfundinum í Reykjavík fyri Kringvarpið.

 

Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evroparáðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. 

Á fundinum í Reykjavík vera 900 umboð fyri stjórnirnar í limalondunum og millum 300 og 500 miðlafólk.

46 lond eru limir Evroparáðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928