Útlendskir ummælarar rósa nýggju útgávuni hjá Týr

Valkyrja - sjeynda útgávan hjá Týr.
Útlendskir ummælarar rósa nýggju útgávuni hjá Týr
Í gjár kom sjeynda fløguútgávan hjá Týr út. Fløgan, sum eitur Valkyrja, fær sera góð ummæli frá útlendsku miðlunum, sum m.a. skriva, at hetta er besta útgávan hjá bólkinum inntil víðari.
18.09.2013 - 20:15

 

Týr eru aftur til reiðar við einum nýggjum umgangi av víkingamálmi, og skal mann trúgva útlendsku miðlunum, er nýggja fløgan sera væleydnað. Valkyrja er sjeynda útgávan hjá Týr og kom út í gjár. Sambært portal.fo er fløgan longu umrødd á bæði enskum, donskum, týskum og sponskum miðlum og fær sera góð ummæli. 

 

Týska heimasíðan Metal.de gevur fløguni 9 útav 10 stig og skrivar, at Týr við Valkyrju hava skapt eitt óhugnaliga sterkt, fjølbroytt og nærlagt verk. Aðrir miðlar skriva, at Valkyrja er besta útgávan hjá Týr, og The Metal Crypt skrivar, at  fløgan er ímillum tær betru fløgurnar í ár. 

- Samanumtikið er hetta ein frálík fløga. Møguliga fer Valkyrja endiliga at geva Týr viðurkenningina, sum hesin frálíki bólkurin hevur uppborið, skrivar síðan Ave Noctum, sum gevur fløguni 9 útav 10 stig. 

 

Valkyrja verður givin út umvegis amerikanska plátufelagið Metal Blade Records, sum Týr skrivaði sáttmála við í 2012. Sáttmálin fevnir um tríggjar útgávur. 

 

Týr hava gjørt nógv um seg úti í heimi, og nevnast kann, at bólkurin hevur nærum 100.000 fjepparar á Facebook, sum er meira enn nakar annar føroyskur bólkur. Lagið "Hold the Heathen Hammer High" er spælt meira enn tvær milliónir ferðir á Youtube. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.