Uppskot: Tunnilspengar at kanna kostnaðarstigið

bannari
Uppskot: Tunnilspengar at kanna kostnaðarstigið
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin skjóta upp at taka eina millión frá Eysturoyartunlinum til tiltøk, sum kunnu fáa kostnaðarstigið í landinum at lækka
Sambært kanning, sum Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevur gjørt, eru Føroyar dýrasta land í Evropa at búgva í
 
19.09.2013 - 07:48

Meðan dúgliga verður kjakast í hvørjum króki um prísin fyri Eysturoyartunnilin, vilja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava ein part av pengunum, sum eru settir av til at fyrireika tunnilin. Pengarnir skulu brúkast til at fáa aðrar prísir enn tunnilsprísir niður.

Flokkarnir vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing við tilmælum til, hvørji ítøkilig politisk tiltøk skulu gerast fyri at lækka høga kostnaðarstigið í Føroyum.

Ein millión

Flokkarnir mæla eisini til at brúka eina millión av teimum seks, sum í ár eru settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin. Javnaðarflokkurin royndi júst tað sama í fjør vár, tað er at fáa kannað, hvussu til ber at gera ítøkilig politisk tiltøk, sum kunnu lækka prísirnar í Føroyum.

Men tað vildi samgongan ikki. Í staðin fyri væntaði og vónaði samgongan tá - fyri hálvum øðrum ári síðani - at landsstýrið og vinnan saman fóru at finna okkurt, sum lækkaði prísstigið. Og meirilutin í Vinnunevndini helt eisini, at enn ein kanning fór ikki at lækka nakran kostnað í Føroyum.

Dýrasta land í Evropa

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at búskaparfrøðingurin, Heri á Rógvi, hevur kannað, hvussu nógv vørur og tænastur kosta í Føroyum. Sambært kanningini eru Føroyar dýrasta land í Evropu at búgva í.

Tað kostar at gera frágreiðingina og tilmælini, sum Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin nú vilja hava landsstýrið at gera. Flokkarnir skjóta tí upp at taka eina millión frá Eysturoyartunlinum.

2,2 mió. brúktar

Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnur, sum fyri flokkar sínar hava fram lagt uppskotið um kostnaðarstigið, siga, at bara ein lítil partur er brúktur av teimum seks milliónunum, sum í ár eru játtaðar at fyrireika tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna.

Sambært upplýsingum, Útvarpið hevur fingið frá Landsverki, sum umsitur pengarnar, eru okkurt um 2,2 milliónir brúktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097