Tilmæli um skannaran kemur 25. mai

Tilmæli um skannaran kemur 25. mai
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum skal hava tilmælið, og tá hon er liðug at viðgera tað, verður tað sent landsstýriskvinnuni í heilsumálum
Margit Stórá, landsstýriskvinna, sigur, at eingin munur er á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu,
 
19.05.2023 - 08:20

Arbeiðsbólkurin, sum ger fakligt tilmæli um skannaran í Klaksvík, skal vera liðugur fyri 25.mai.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum skal hava tilmælið. Tá hon er liðug at viðgera tað, verður tað sent landsstýriskvinnuni.

Margit Stórá sigur, at eingin munur er á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu,

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, spurdi um skannaran, sum ætlanin er at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Reglurnar eins í øllum Sjúkrahúsverkinum

Reglurnar um at taka móti gávum eru eins í øllum Sjúkrahúsverkinum og á øllum stovnum landsins. 

Tá talan er um gávur av hesum slagi, sum skannarin er, eigur málið at vera upplýst og síðani viðgjørt, sigur landsstýriskvinnan.

Hon vísir til roknskaparvegleiðing um fremmanda fígging.

Har stendur, at meginreglan er, at almennur stovnur kann ikki átaka sær uppgávur og skyldur, sum vera fíggjaðar uttanífrá, uttan so, at játtandi myndugleikin, sum er løgtingið, veit tað.

Tí skulu útreiðslur og inntøkur, sum standast av virksemi, sum verður fíggjað aðrastaðni, vera við í fíggjarlógini og í játtanarroknskapinum.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065