Le Bellot liggur nú við bryggju á Tvøroyri

Le Bellot liggur nú við bryggju á Tvøroyri
Skipið lekur ikki og hevur, sum skilst, ikki fingið nevniverdan skaða
Le Bellot bar við land í grótbrotinum beint við Delta Seafood í gjár, men skipið hevur ikki fingið nevniverdan skaða.
Mynd: Rúni Thomsen  
 
31.05.2023 - 08:18

Franska ferðamannaskipið, Le Bellot, sum bar við land á Tvøroyri í gjár, liggur nú við bryggju har.

Sleiparin hjá MEST fór suður, og hann sleipaði skipið út frá.

Skipið bar við land í grótbrotinum beint við Delta Seafood um eitt tíðina í gjár, og megnaði ikki sjálvt at sleppa av aftur í nógva vindinum.

Ein hvirla tók skipið móti landi.

Loðsur var umborð, tá óhappið hendi. 

Kavarar hava verið niðri og kannað botnin á skipinum.

 

Ikki nevniverdur skaði

Skipið lekur ikki og hevur, sum skilst, ikki fingið nevniverdan skaða.

Le Bellot liggur á Tvøroyri enn. Ikki er greitt, nær skipið fer haðani.

Tað skuldi annars fara í gjárkvøldið. 

Le Bellot er 130 metrar langt.  Umborð eru 100 ferðafólk, og manningin telur eisini hundrað fólk. 

Eingin teirra fekk skaða, tá skipið bar við land, og ikki var neyðugt hjá teimum at fara av skipinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454