Dømdur fyri at bróta djóraverndarlóg, ferðslulóg og revsilóg

Dømdur fyri at bróta djóraverndarlóg, ferðslulóg og revsilóg
19 ára gamal drongur missir koyrikortið treytaleyst í eitt ár, og hann hevur eisini fingið 20 daga treytaða fongsulsrevsing
Drongurin er dømdur fyri við vilja at koyra á eina gás á gongubreytini á Sundsvegnum í Havn á summarmála í fjør. (Savnsmynd)
 
31.05.2023 - 14:23

Ein 19 ára gamal drongur er í Føroya rætti dømdur fyri brot á djóraverndarlógina, ferðslulógina og revsilógina.

Hann misti koyrikortið treytaleyst í eitt ár og fekk 20 daga treytaða fongsulsrevsing.

Hann skal gera samfelagstænastu í 40 tímar og rinda 11.000 kr. í sekt.

Drongurin er dømdur fyri við vilja at koyra á eina gás á gongubreytini á Sundsvegnum í Havn á summarmála í fjør.

Gásin doyði.

Ákæruvaldið vildi hava mannin dømdan fyri tað, sum eitur skammfaring í djóraverndarlógini.

Men rætturin segði, at tað er ikki prógvað, at gásin leið, áðrenn hon doyði. Ein onnur gás slapp sær undan bilinum.

Drongurin er eisini dømdur fyri harðskap í miðbýnum í Havn, sum hann fekk 20 dagar treytaðar fyri.

Fekk dagbøtur

Ein annar 19 ára gamal drongur er eisini dømdur í málinum um gæsnar. Hann filmaði hendingina við fartelefonini.

Hann fekk átta dagbøtur á 625 kr.

Ákæruvaldið kravdi eisini, at hvørgin av teimum ákærdu sleppur at fáast við djór í eina tíð, sum rætturin ásetur.

Men av tí, at tað sambært rættinum ikki var talan um skammfaring, mistu teir ikki hendan rættin.

Tann, sum átti gásina, fekk 600 kr. í endurgjaldi. 

Endurgjald var eisini kravt fyri tey 11 eggini hjá gásini, men tað kravið góðtók rætturin ikki. 

Kravið var 6.600 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424