Banna snildfonum

03.06.2023 - 15:10
Innlendis›Heilsa
Banna snildfonum
Í einum írslum býi hava foreldraráðini bannað bønum undir tólv ár at brúka snildfonir heima og í skúla - hesum kunnu við læra av, sigur føroyskur sálarfrøðingur

Í írska býnum Greystones eru foreldraráðini í átta skúlum komin ásamt um at forbjóða børnum, 12 ár og yngri, at hava snildfon.
Í býnum búgva 18.000 fólk.
Tað skrivar avísin, The Guardian.
Forboðið er galdandi bæði heima og í skúlanum, til børnini fylla trettan, og orsøkin til forboðið er fyrst og fremst sálarheilsa.
Foreldrini eru komin eftir, at snildfonirnar elva til angist og kunnu vera orsøk til, at børnini kunnu renna seg í tilfar, ið bara er ætlað vaksnum.
Gitte Klein, sálarfrøðingur, heldur avgjørt, at hetta írska fyridømi við snildfon-forboðið kundi verið brúkt í Føroyum:
Fólkaheilsuráðið hevur nøkur almenn skíggjaráð, sum eru góð fyri heilsu, trivnað og menning, og á tí økinum eru Føroyar framman fyri eitt nú Danmark.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860