Russisk skip umskipað 100.000 tons í ár

Russisk skip umskipað 100.000 tons í ár
Vørn hevur upplýst, hvussu nógv russisk skip hava umskipað og landað í føroyskum havnum síðani 2012
Síðani 2012 hava russisk skip umskipað tilsamans 3,3 milliónir tons í føroyskum havnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.06.2023 - 08:23

Higartil í ár hava russisk skip umskipað góð 100.000 tons av fiski í føroyskum havnum.

Og tey hava landað 10.300 tons.

Vørn hevur upplýst, hvussu nógv russisk skip hava umskipað og landað í føroyskum havnum síðani 2012.

Í fjør umskipaðu tey stív 250.000 tons og landaðu 27.200 tons.

Tað mesta var umskipað í 2017, næstan 370.000 tons.

Tað mesta var landað í 2021, 33.800 tons.

Sambært tølunum hjá Vørn hava russisk skip umskipað og landað tríggjar milliónir og sløk 340.000 tons í Føroyum havnum frá 2012 til nú.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083