Biltúrurin

BILTÚRURIN 10: Seinasti túrurin verður koyrdur í Hoyvík og Havn
04-09-2023
Gestur er Katrin Joensen-Næs, listakvinna, ið sum 23 ára gomul hevur havt tveir viðurkendar filmar frammi. Prátað verður um ungdómin fyrr og nú, Den Danske Filmskole, o.a.

Í summarskránni hjá KVF hevur útvarpssendingin, 'Biltúrurin', verið mánadagar klokkan 17.05 - umframt endursendingar. Talan er veruliga um ein biltúr í ein lítlan tíma, har verturin hevur gest við at siga frá heimstaði sínum.


Samanumtikið fyri alt skeiðið við Biltúrinum, sum hevur varað í tíggju vikur, hava høvuðsevnini verið: søga, nútíðin, list, filmur, tónleikur, mentan í breiðari merking, sjálvsinnlit, ítróttur, og viðmerkingar til ymiskt, sum gestur og vertur sóðu á leiðini.


Sent var frá 3. juli til 4. september 2023, sum er í dag. Fimm kvinnur og fimm menn hava givið okkum innlit í heimstað sín og seg sjálvan.

 

Biltúrurin

Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri í summar. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív. Í tíggju sendingum frá 3. juli til 4. september gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr níggju kommunum siga frá; fimm av hvørjum kyni. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.
Gestur er Katrin Joensen-Næs, listakvinna, ið sum 23 ára gomul hevur havt tveir viðurkendar filmar frammi. Prátað verður um ungdómin fyrr og nú, Den Danske Filmskole, o.a.
04-09-2023
Maud Næs, cand.mag., sigur frá heimbygd síni í søgu og nútíð. Nomið verður við evni sum: kolavinnan, serstaka náttúran, skaðatilburðir, Fiskieiðið, hvalbiarlyndið, Dímum o.a.
28-08-2023
Saman við listamanninum, Helga Midjord, hyggja vit at náttúruni við bygdina. Harumframt greiðir hann frá lívsroyndum og listaligum virksemi. Helgi er útbúgvin skipsførari.
21-08-2023
Fróðamaðurin, Niels Pedersen, sigur frá søguligum viðurskiftum í bygdini, umframt nútíðini, og onkra góða søgu fáa vit eisini frá honum. Fyrr hevði hann el-fyritøku á staðnum.
14-08-2023
Gesturin, Erla Weihe Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosar um menningina í Runavík. Men eisini um sambandið við fitta beiggja sín, Elvin, og eitt eymt mál í familjuni, umfr.a.
07-08-2023
Saman við vertinum er Heini Magnussen; havnarmaður við stóra T. Koyrt verður ymstastaðni í kommununi og Heini gevur okkum innlit í søgulig viðurskifti. Men eisini nógv annað.
31-07-2023
Gestur er Andras Sólstein, leiðari á Fornminnissavninum í Klaksvík. Tískil verður nógv prátað um heimbý hansara í søgu, men eisini tónleikur, fótbóltur o.a. eru høvuðsevni.
17-07-2023
Hesin annar Biltúrurin í summar verður koyrdur saman við Oluffu Joensen, ið sigur frá lívinum við Gøtuvík. Onnur evni eru: kommunusamanlegging, ítróttur, bygging, bátalív o.a.
10-07-2023
Henda fyrsta Biltúrin í summar verður koyrt av Øraskarði oman í Fámjins bygd saman við Arna Teindal, ið greiðir frá heimbygdini í søgu og nútíð. Náttúran er eisini eitt evni.
03-07-2023
Miriam Norðberg greiðir frá barnaárunum á fjarskotna bóndagarðinum. Onnur evni eru: Ítróttarháskúlin; har hon er leiðari, náttúran, bygdalívið, sjálvsinnlit, foreldrini, o.a.
24-07-2023