Helvtin av elframleiðsluni í mai var grøn orka

Helvtin av elframleiðsluni í mai var grøn orka
Mai mánaður royndist serliga væl til grøna orku í Suðuroynni
Vindur, vatn og sól stóðu fyri allari elframleiðsluni í Suðuroynni í 17 samdøgur í mai.
Mynd: SEV  
 
13.06.2023 - 13:28

Mai mánaður er ofta av lakastu mánaðum til grøna orku hjá SEV, millum annað við liggjandi góðveðri. Elframleiðslan í mai verður vanliga í størstan mun borin av dieselriknu verkunum. Men so var ikki í ár, tá helvtin av elframleiðsluni var grøn orka.

Tað er serliga framleiðslan úr vindi, sum ger munin. Av samlaðu framleiðsluni er framleiðsla úr vindi á leið tríggjar ferðir meira enn í fjør. 

Mesta vindorkuframleiðslan var á Gellingarkletti, meðan myllurnar í Flatnahaga og í Húsahaga framleiddu nakað minni.

 

Mesta vindorkuframleiðslan í mai var á Gellingarkletti.

 

Nógv vindorka í Suðuroynni

Mai mánaður gjørdist heilt serligur í Suðuroy, tí vindorkuframleiðslan royndist serliga væl. Tað er fyrsta árið við stabiliserandi tøknini í Porkeri, sum er ein battarískipan og ein sonevndur synkronkompensator, og tað sær út til at rigga væl.

Í tilsamans 17 samdøgur í mai var eingin motorur á Vágsverkinum í gongd. Vindur, vatn og sól stóðu fyri allari elframleiðsluni, og til tíðir var bara vindorka á netinum.

 

Óvanligt fyri árstíðina

Býtið í framleiðsluni var púra óvanligt fyri árstíðina. Til 2021, tá vindmyllurnar í Porkeri fóru í rakstur, plagdi Vágsverkið at standa fyri umleið 95% av el-framleiðsluni, men í mai í ár hevur Vágsverkið bert framleitt 29% av streyminum,. 

Broytingin merkist sjálvandi eisini í oljunýtsluni. Áðrenn vindmyllurnar, brúkti Vágsverkið millum 400 og 500 tons av olju í mai, meðan oljunýtslan í mai í ár var 160 tons, skrivar SEV á heimasíðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928