Heilbrigdi fingið forboð fyri at avrúsa sjúklingar

Heilbrigdi fingið forboð fyri at avrúsa sjúklingar
Landslæknin hevur givið stovninum boð um at gevast við avrúsing og rúsfjáltursviðgerð alt fyri eitt
Avrúsingin og rúsfjáltursviðgerðin á viðgerðarstovninum, Heilbrigdi, á Velbastað hevur sett sjúklingatrygdina í vanda, sigur landslæknin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.06.2023 - 12:56

Avrúsingin og rúsfjáltursviðgerðin á viðgerðarstovninum, Heilbrigdi, á Velbastað hevur sett sjúklingatrygdina í vanda, og fylgjurnar kundu verðið álvarsligar og vanlukkuligar.

Tað skrivar Landslæknin í boðum til stovnin, sum hevur fingið forboð fyri at avrúsa sjúklingar, ella geva teimum viðgerð fyri rúsfjáltur, abstinensir.

Eftir at hava verið á fráboðari eftirlitsvitjan á Heilbrigdi 25. mai, gav landslæknin stovninum boð um at gevast við avrúsing og rúsfjáltursviðgerð alt fyri eitt.

Sostatt skal stovnurin ikki taka ímóti sjúklingum, fyrr enn teir eru avrúsaðir. 

 

Lars Fodgaard Møller landslækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skulu gera reglur

Krøvini kunnu strikast, tá landslæknin hevur vitjað stovnin aftur, og hevur mett, at Heilbrigdi hevur gjørt reglur fyri ábyrgdar- og førleikaøki hjá starvsfólkunum, fyri avrúsing og rúsfjáltursviðgerð og fyri kanning av sjúklingum, sum skulu avrúsast. 

Stovnurin skal tá eisini kunna greiða frá, hvussu hann tryggjar, at røttu mannagongdirnar verða fylgdar, og hvussu frameftir verður tryggjað, at sjúklingar verða kannaðir av lækna, áðrenn teir verða avrúsaðir við evninum benzodiazepin.

Tá landslæknin hevur fingið hetta tilfarið frá Heilbrigdi, og hevur mett, at tilfarið er nøktandi, fer hann aftur á eftirlitsvitjan.

Tá verður mett um, um starvsfókini kenna reglugerðirnar og nýggju mannagongdirnar, soleiðis at hetta fyribils forboðið kann verða strikað.

 

Lækni hevði ikki kannað sjúklingarnar

Tá landslæknin 25. mai var á eftirlitsvitjan á Heilbrigdi, var staðfest, at avrúsing var sett í verk, uttan at lækni fyrst hevði kannað sjúklingarnar.

Nøktandi viðgerðarætlan varð ikki gjørd, og heldur ikki viðkomandi læknakanningar.

Landslæknin sigur í boðum sínum til Heilbrigdi, at fólk, sum eru ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum, kunnu vera í vanda.

Torført kann vera at meta um, um eitt fólk er ávirkað, og ein lækni skal tí í hvørjum einstøkum føri taka støðu til møguliga viðgerð.

 

Kann vera lívshóttandi

Landslæknin metir, at vantandi kanning ella eftiransing av sjúklingum, sum verða avrúsaðir og rúsfjáltursviðgjørdir, kann vera lívshóttandi.

Ov nógvur heilivágur kann hava við sær, at sjúklingurin gevst at anda. Og ov lítið av heilivági kann hinvegin hava við sær álvarsligan rúsfjáltur og delirium.

Harafturat krevst serligur læknakunnleiki til at skyna á rúsfjáltri og aðrari sjúku.

Avrúsingin og rúsfjáltursviðgerðin á Heilbrigdi seta sjúklingatrygdina í vanda, tí vandi var fyri álvarsligum og vanlukkuligum fylgjum, skrivar landslæknin at enda í boðum sínum til Heilbrigdi.

 

Árni Gregersen er nevndarformaður í Heilbrigdi.

 

Hoyr samrøðu við Árna Gregersen, nevndarformann á Heilbrigdi, í útvarpstíðindunum: 

 

15062023_Heilbrigdi_og_Arni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410