Endaløn á 33.500 krónur

20.06.2023 - 18:19
Innlendis
Endaløn á 33.500 krónur
Heilsurøktarafelagið hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið
Ruth Vang, landsstýriskvinna, Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarfelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF

Lønarhækkanin er tann sami karmurin, sum onnur feløg hava fingið. Harumframt fáa heilsurøktararnir eitt lønarlyft á 1646 krónur frá 1. januar næsta ár

Bingerð H. Fosságil er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.

Partarnir hava havt fýra fundir, nú semjan var undirskrivað. Talan er um eina tvey ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8% og 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%.

Heilsurøktarar fáa við nýggju semjuni, sum er undirskrivað í dag, eina endaløn á 33.492 krónur, tá ið lønarlyftið, sum kemur í gildi 1. januar næsta ár er tikið við. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723