Góðan morgun Føroyar

Dreymurin um Svalbard gjørdist veruleiki
22-06-2023
Í løtuni eru Bjørn Holm og familjan á Svalbard við seglskipinum Salka Valka. Ein ferð, ið Bjørn hevur droymt um og lagt til rættis í fleiri ár.

Nógv hava hoyrt um seglskipið Salka Valka millum annað úr bókini "Ferðin um bláu gongustjørnuna", sum Durita Holm gav út í 1999, og sum snýr seg ferð hennara ferð kring knøttin við seglskipinum.

Salka Valka varð seld av landinum fyri nógvum árum síðani, men fyri einum ári síðani kepti beiggi Duritu, Bjørn Holm, skipið. Hetta var í samband við, at hann legði til rættis eina ferð til Svalbard við familjuni.

Ferðina til Svalbard hevur Bjørn droymt um í nógv ár, tí sum 16 ára gamal búleikaðist hann í ein heilan vetur sum veiðimaður á Svalbard. Upplivingarnar har hava havt so stóran týdning fyri Bjørn, at hann leingi hevur droymt um at vísa familju síni tey støð, hann vitjaði sum unglingi.

Og í vár gjørdist dreymurin um at vitja Svalbard við seglskipi veruleiki. Bjørn og Mikkjal Helmsdal silgdu Salka Valku til Svalbard, og síðani hava Bjørn, kona hansara og synirnir ferðast har við seglskipinum.

Nú tey skjótt fara at sigla aftur til Føroya, og hevur Bjørn lýst Salka Valku til sølu.

Lurtið eftir samrøðuni við Bjørn, sum vit fingu orðið á týsdagin, tí tá stóð hann á einum fjallatoppi á Svalbard, har telefonsambandi var gott.

Í 2000 gjørdu Durita Holm og Erik Torjusen eina sjónvarpssending í seks pørtum um teirra ferð við Salka Valku kring knøttin.
Til ber at hyggja at sendirøðini her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026
Vit tosa um málningalist í hesum tímanum
28-10-2026
Prát og veðrið
28-10-2026
Kobbalátur, stuttfilmar í Vágs kommunu
27-10-2026
Altjóða bamsudagur, veðrið
27-10-2026
Bróstkrabbi - grein og bók, og mentanarvirðisløn landsins
26-10-2026
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026
Mentanarvirðislønir landsins, veðrið
23-10-2026
Matvitin, Lokkarin í nýggjum klæðum
22-10-2026