Góðan morgun Føroyar

Námsfrøðiligu atstøðingarnir heklaðu sínar egnu húgvur
23-06-2023
Fyrst var ein royndarhúgva gjørd. Nú vit eru komnar á lagið, tekur tað áleið tveir tímar at gera eina húgvu, siga stigtakararnir

Tá námsfrøðiligu atstøðingarnir á Heilsuskúla Føroya fingu prógv, vóru tey í litføgrum, heklaðum húgvum.

Halla Selfoss og Elsa Norðoy høvdu hug at royna okkurt kreativt og øðrvísi heldur enn at keypa dýrar húgvur.

Tær fóru undir at hekla húgvur. Tað gekk so mikið væl, at tær gjørdu fimm húgvur.

Onnur í flokkinum hava síðani heklað sínar egnu.

Fólk halda hetta vera stuttligt, og tað kann væl hugsast, at onkur annar fer at taka táttin upp, siga tær báðar, Halla Selfoss og Elsa Norðoy.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026