Góðan morgun Føroyar

Hjálpir nýføðingum við slóðbrótandi kikaraviðgerð
26-06-2023
Føroyski læknin Súsanna Petersen er við í toyminum, sum fyri fyrstu ferð í Danmark hevur framt kikaraskurðviðgerð av nýføðingi, ið eru føddur við holi í vælindinum.

Tað var ein søgulig hending, tá eitt toymi á Odense Universitetshospitali herfyri fyri fyrstu ferð í Danmark framdi eina kikaraskurðviðgerð á einum nýføðingi, ið er føddur við holi í vælindinum.

Í toyminum er føroyski skurðlæknin Súsanna Petersen, sum hevur undirsergrein í barnakirurgi, og hevur arbeitt á Odense Universitetshospitali í nógv ár.

- Hetta er ein slóðbrótandi viðgerð í Danmark og hevur stóran týdning fyri, hvussu skjótt og væl børnini koma fyri seg", sigur Súsanna. Hon fegnast um at kunna vera við til at hjálpa nýføðingunum og familljum teirra.

- Tað hevur kravt nógva fyrireiking og altjóða samstarv at koma hertil, og tað er fantastiskt at vit nú kunnu veita hesa viðgerð í Danmark sigur Súsanna.

Lurtið eftir samrøðuni við Súsannu, har hon greiðir frá nýggju viðgerðini.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026