Kavbátavitjan á Oyrareingjum - trygdin er í hásæti

Kavbátavitjan á Oyrareingjum - trygdin er í hásæti
Kavbáturin liggur við bryggju á Oyrareingjum, og vitjanin varar til hósdagin. Kavbáturin hevur fingið treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Amerikanski kavbáturin kom á Kollafjørð fyrrapartin. Samson hjálpti honum at leggja at á Oyrareingjum.
 
26.06.2023 - 13:23

Ein kjarnorkurikin kavbátur hjá amerikanska flotanum er á vitjan í Føroyum.

Kavbáturin liggur við bryggju á Oyrareingjum, og vitjanin varar til hósdagin. 

Kavbáturin hevur fingið treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóøki og í havn í Føroyum. 

Treytirnar eru m.a., at hann skal ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð.

 

Leivur Persson er stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. 

 

Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.

Og trygdin er í hásæti, nú kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin liggur við bryggju á  Oyrareingjum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið hjálp frá donsku tilbúgvingini.

Hoyr samrøðu við Leiv Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, í útvarpstíðindunum: 

 

26062023_Kavbatur_og_trygd


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167