Góðan morgun Føroyar

Sóknast eftir upplýsingum um abba sín
27-06-2023
Franska Francine Prestoz Rendu hevur ættarbond til Føroya, og leitar nú eftir upplýsingum um ættina og abba sín Thorwald Winther, sum varð fluttur til París 12 ára gamal

Í síðstu viku legði Elin Hentze, ferðaleiðari, eitt forkunnugt uppslag á Facebookvanga sín.

Ellin var ferðaleiðari hjá fronskum ferðalagi úr París, og í ferðalagnum var kvinnan Francine Prestoz Rendu.

Hon hevur ættarbond til Føroya, og sóknast nú eftir upplýsingum um føroyska ætt sína, og eftir fólki, ið kenna til abba sínThorvald Winther.

Francine bað Elina Hentze hjálpa sær, og eftir at Elin hevur lagt uppslag um leitanina á Facebook, hava nógv fólk viðmerkt og vent sær til Elina við upplýsingum.

Thorvald Winther var sonur Edmund Winther, og flutti til Paris síðst í 1800-talinum, bert 12 ára gamal. Beiggi Edmund, Nathaniel Winther, fór til Paris mitt í 1800 talinum og setti á stovn klaverfyritøku, ið gjørdist sera viðurkend. Nathaniel hevði eingi børn, og hann spurdi tí beiggja sín, Edmund, um hann kundi fáa ein av hansara synum við sær til Paris. Edmund hevði 6 synir, og soleiðis endaði Thorvald Winther í Paris, bert 12 ára gamal. Hann longdist tó illa heim til Føroyar, og tískil kom ein annar av beiggjunum hjá honum, Aksel Winther, eisini til Paris. Thorvald Winther fekk trý børn - ein son og tvær døtur. Tann eina dótturin æt Héléne Winther (fødd 10-03-1914), sum var mamma Francine Prestoz Rendu (fødd 22-01-1948).

Lurtið eftir samrøðuni, har Elin Hentze greiðir frá søguni um Thorvald og teimum upplýsingum, hon hevur fingið um hann og ættina hjá Francine.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026