Góðan morgun Føroyar

Føroyingar runnu seg til grið
27-06-2023
Í fornum tíðum høvdu vit skipan í Føroyum, har dømdir brotsmenn kundu renna til ein sonevndan griðstað og fáa grið, vísur Jon S. Hansen søgufrøðingur á í nýggjari grein

Føroyar hava eina ríka og spennandi søgu, men framvegis er nógv eftir at granskað í og skriva um.

Eitt fornt fyribrigdi, ið lítið er skrivað um, eru griðstaðir í Føroyum. Hesir verða tó nevndir í fleir sagnum, og tað birti áhugan hjá søgurfrøðinginum Jon S. Hansen at fara undir at kanna hetta fyribrigdið.

Ein griðstaður er ein staður, har dømdir føroyingar kundu renna til fyri at fáa grið og sleppa undan eitt nú at vera avrættaðir. Teir vóru tó vístir av landinum.

Í seinasta Frøði, sum er blað, ið Føroya Fróðskaparfelag gevur út, hevur Jon. S. Hansen grein um hesar fornu griðstaðir.
Enn eru tó nógvir ósvaraðir spurningar, og Jon Hansen hevur ætlanir um at granska og skriva meira um fyribrigdið.

Lurtið eftir samrøðuni við Jon, har hann greiðir frá fyribrigdinum griðstaður og hví vit høvdu hendan sið í Føroyum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026