Kærdi um internetsambandið umborð á Norrønu

Kærdi um internetsambandið umborð á Norrønu
Smyril Line vísir á, at tekniskt er avbjóðandi og sera kostnaðarmikið at bjóða internet á sjónum
Brúkaraumboðið hevur mælt Smyril Line til at upplýsa, at tøki kapasiteturin verður býttur javnt millum tær eindir, sum til eina og hvørja tíð eru virknar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.07.2023 - 08:49

Tað er ikki bara sum at siga tað at hava internet á sjónum.

Tað skilst, nú Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eitt mál um internetsambandið umborð á Norrønu.

Ferðafólk gjørdi vart við, at internetsambandið umborð á Norrønu er als ikki so gott, sum lýst var.

Smyril Line vísti á, at tekniskt er avbjóðandi og sera kostnaðarmikið at bjóða internet á sjónum. 

Felagið vísir á, at í lýsingini hjá felagnum verður fyrivarni tikið fyri, at internetsamband á opnum havi hevur sínar avmarkingar.

 

Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.

 

Skulu áhaldandi eftirmeta

Brúkaraumboðið heldur, at Smyril Line í stóran mun hevur gjørt tað, tey kunnu, fyri at upplýsa um, at avbjóðingar eru við internetsambandi á opnum havi. 

Heitt verður tó á Smyril Line um áhaldandi at eftirmeta, um felagið hevur nóg mikið av kapasiteti í mun til seldu internethaldini.

Tað er týdningarmikið, at ferðafólk ikki verða villleidd til at keypa eina vøru, sum tey ikki fáa, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið hevur mælt Smyril Line til at upplýsa, at tøki kapasiteturin verður býttur javnt millum tær eindir, sum til eina og hvørja tíð eru virknar.

Smyril Line hevur boðað frá, at felagið tekur niðurstøðuna til eftirtektar.

Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531