Landið fíggjar politikkin úr kommunukassunum

Landið fíggjar politikkin úr kommunukassunum
Føroya Kommunufelag vil ikki finna seg í, at landið nú arbeiðir við at kommunurnar skulu rinda størri part av rentuútreiðslunum til sethúsalán. Tað ger felagið greitt í sínum svarskrivi.
 
26.09.2013 - 10:59

Føroya Kommunufelag hevur umrøtt ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um rentuútreiðslur.

Og eingin ivi er í svarinum frá felagnum. Kommunurnar vilja snøgt sagt ikki finna seg í, at landið fíggjar sín politikk við pengum úr kommunukassunum.

Felagið sigur, at hoyringsfreistin er so stutt, at uppskotið ikki kann fáa nøktandi polittiska viðgerð.

Tá broytingaruppskot var til somu lóg í 2012, heitti felagið á Fíggjarmálaráðið at útgreina virknaðin av uppskotinum á kommunurnar.

Tað fekk felagið ongantíð svar uppá.

Í viðmerkingum til uppskotið sigur Fíggjarmálaráðið, at í 2018, tá ið hámarkið er komið niður á 100 tús. kr. og stuðulin er lækkaður niður í 30%, verður talan um eina árliga sparing fyri landið á góðar 15,9 mió. kr., meðan kommunurnar spara góðar 700 tús. kr.

Tað vísir, sum felagið eisini førir fram, hvussu landið fíggjar sín politikk við pengum úr kommunukassunum.

Føroya Kommunufelag mótmælir harðliga hesum framgangshátti landsins mótvegis kommununum, stendur í svarinum frá Føroya Kommunufelag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709