Skipið hjá Paul Watson brotið forboðið

09.07.2023 - 18:32
Innlendis›Samfelag
Skipið hjá Paul Watson brotið forboðið
Politiið fylgir við og dokumenterar í fyrstu atløgu, sigur fútin.
Skipið hjá The Paul Watson Foundation, John Paul De Joria í Føroyum eftir at hava brotið forboð um at koma innum 12 fjórðingar.
Mynd: Sigrún Brend  

Tað gekk ikki long tíð frá, at boðað var frá grind seinnapartin, til skipið John Paul De Joria var komin inn um 12 fjórðingar. Tað eru bara tríggir dagar síðani at landsstýrið boðaði frá at skipið hevði fingið forboð um at koma innum 12 fjórðingamarkið,


Tað var gjørt við heimild í kunngerð, sum loyvir landsstýrismanninum at seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóumveldið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóumveldi.

Síðani John Paul De Joria kom innum 12 fjórðingar hevur vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið fylgt aftaná.

Men hóast forboðið um at koma innum 12 fjórðingar, so hevur politiið í fyrstu atløgu tó bert eygleitt og dokumentera hvat er farið fram, sigur Michale boolsen fúti.

Sýðslumaðurin í havn, Kristjan Martin Joensen sigur, at drápið sjálvt gekk væl, og tað vóru um 80 hval, sum løgdu beinini.

Arbeitt verður nú við at merkja og síðani skifta. Tí er ikki enn greitt nær seðlarnir koma út, men miðað verður móti kl. 23, sigur sýðslumaðurin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210