Kunngerðin um veiðigjøld fyri uppsjóvarfisk lýst

Kunngerðin um veiðigjøld fyri uppsjóvarfisk lýst
Nýggju veiðigjøldini koma í gildi 1. august
Kunngerðin um nýggju veiðigjøldini fyri sild, makrel og svartkjaftu er lýst í dag. (Savnsmynd)
 
12.07.2023 - 13:02

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjamálum, hevur í dag lýst kunngerð um veiðigjøld.

Nýggja kunngerðin ásetir veiðigjald fyri makreli, sild og svartkjafti frá 1. august í ár til 31. juli næsta ár.

Sambært kunngerðini er veiðigjaldið: 

- 1,45 krónur fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av
makreli.

- 0,87 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.

- og 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.

Kunngerðin kemur í gildi týsdagin 1. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053