G! av bakkastokki í dýrdarveðri

Beach Volley á Sandinum og fólk í hitapottunum. G! andin livir eins og áður í Syðrugøtu, nú G! festivalurin fer av bakkastokki klokkan 17.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hitapottarnir, sum eru ein av fleiri ímyndum av G!, eru heitir og klárir at taka ímóti G!-gestunum. 

Á Sandinum styttu fólk sær stundirnar, áðrenn tónleikurin skuldi byrja klokkan 17, við at spæla beach volley. 

 

Hóast Grundin ikki er partur av G! festivalinum í ár, so er nógv við tað gamla. Eitt nú Hoyggjhúsið, sum øll árini hevur verið eitt kærkomið stað at keypa sær ein øl og okkurt til matna. 

Í mun til tað, ið nógv halda, so er G! eisini ein familju festivalur, har nógv verður gjørt burturúr, at børnini skulu hava tað gott. Og so er Sandurin í Syðrugøtu eisini eitt natúrligt spælipláss. 

Sandurin og havið er eisini eitt natúrligt spælipláss hjá ungum og vaksnum. 

Er kopiera