G!: Eivør og G! hoyra saman

Sandurin í Syðrugøtu var fyltur sum sjáldan áður eitt hóskvøld á G! festivalinum.

Orsøkin var einføld: Eivør.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Føroyingar elska Eivør, og tað eru tað allar góðar orsøkir til at gera. 

Talan eru um størstu stjørnu okkara, sum spældi konsert á sínum heimavølli á Sandinum í Syðrugøtu, har hon eisini spældi sum barn.

Hóast tann søga næstan er søgd líka ofta sum amen í kirkjuni, so er tað ikki ein søga, ið føroyingar ikki tykjast blíva troyttir av.

Eivør spældir heldur ongantíð eina vánaliga konsert. Tað letur seg snøgt sagt ikki gera við hennara stóru sanggávu og fantastiska bólki.

Eivør fevnir eisini víða, tí sjálvt børn, ung, vaksin og gomul elska hana og hennara tónleik, og tað fekst sjón fyri søgn um á Sandinum í Syðrugøtu í kvøld. 

Eivør er eisini ein durkdrivin framførari eftirhondini. Hon spælir hvørt ár hópin av konsertum kring allan heimin, so tað var ein væl smurd maskina, sum fólk upplivdu á Sandinum. 

Hóast Eivør hevur staðið óteljandi ferðir á pallinum á Sandinum, so tykist hon njóta tað eins nógv hvørja ferð. Eivør er heima á G!, og hon takkaði so hjartaliga fyri stuðulin. 

Føroyingar søgdu sjálv takk. 

Er kopiera