G! rennur gjøgnum æðrarnar hjá Elinborg

Tað vóru tónleikararnir í Clickhaze, ið eru ættaðir úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, sum settu G! festivalin á stovn í 2002.

Elinborg Pálsdóttir er eitt úrslit av Grót og G!

G! rennur gjøgnum æðrarnar hjá Elinborg, tí hon er uppvaksin við bæði Grót og G!, og nú ber hon tann fakkilin so vakurt víðari. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Elinborg er systir Eivør, sum sjálvandi stóð fremst saman við mammuni Sædis Eilifsdóttir og systrini Elisabet Mariu Pálsdóttir.

Men Elinborg hevur funnið síni egnu tónlistarligu bein at standa og ganga á.

Myrka blátt, syngur hon, og tað er umboðandi fyri úttrykkið hjá Elinborg. Tað er melankoli ballað inn í vakran nútímans popptónleik, ið Elinborg eitt nú framleiðir saman við norsku High As A Kite. 

Huglagið, ið var bæði hugtakandi og smittandi, kom langt út yvir pallkantin. 

Elingborg kann ikki renna undan, at hon ljóðar eitt sindur sum stórasysturin.

Fyrr var illa.

Men Elinborg, ið hevur lisið sangskriving í Keypmannahavn, er ein dugnaligur og drivin sangari og sangskrivari, ið mennist við sjey míla ferð, og tað fekst sjón fyri søgn á Spæliplássinum í kvøld. 

Tað var ein vøkur løta saman við Elinborg. 

Er kopiera