G!: Meistarligi Marius hugtók á Sandinum

Marius Ziska situr í løtuni, kanska saman við Eivør, á føroyska popptindinum. 

Konsertirnar fyrr í ár, tá Marius Ziska spældi fyri einum útseldum Norðurlandahúsi, søgdu sína greiðu søgu um, hvat føroyingar halda um Marius Ziska. 

Føroyingar elska Marius Ziska, og fantastisku sangirnar, sum oddamaðurin í bólkinum, Hans Marius Ziska, skrivar saman við Hans Jacob Kollslíð. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

"Marius Ziska er einasti føroyski bólkurin, ið eg bara skal hoyra, tá hann framførir," segði ein fjeppari á Sandinum, og hann var ikki einsamallur. 

Sólin skein oman og niðan í Syðrugøtu, meðan Marius Ziska spældi eitt hitt fyri og annað eftir fyri stóru áhoyrarafjøldini á Sandinum. 

Marius Ziska hevur nú so nógvar sangir og hitt, at hann hevði ikki fyri neyðuni at spæla "Nærveruna" á Sandinum á G!

Oddamaðurin í Marius Ziska er millum okkara allarbestu sangskrivarar. 

Tað var ein sera vøkur løta á Sandinum saman við hjartanemandi sangunum hjá Marius Ziska. 

Marius var enn einaferð meistarligur á Sandinum á G!

Er kopiera