Sí myndirnar: Dansið væl í stillum!

Kanst tú fara á diskotek í stillum? Vel, ja, tí tað var júst tað, ið G! festivalurin bjóðaði gestunum í ár. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hugskotið er snøgt sagt, at fólk fáa oyratelefonir uppá, og so kundu tey velja millum tríggjar rásir við DJ-tónleiki. 

Hugskotið við Silent Disco stavar frá 00unum, tá útgerðin bleiv so nógv ment, at tað bar til. 

Silent Disco er ein dansiveitsla uttan larmandi anlegg. 

G!-gestirnir tók væl móti møguleikanum at hugna sær uttan at órógva onnur. 

Hugskotið við Silent Disco stavar heilt frá sekstiárunum, men er so ment gjøgnum árini inn til at tað nú eisini gjørdi sína innrás á G!

Móttøkan millum G!-gestirnar var so mikið góð, at tað er neyvan síðstu ferð, at vit uppliva Silent Disco á G!

Tað tóktist vera ein kærkomin pausa frá restina av festivallívinum. 

Oyratelefonirnar eru eisini eitt tól, ið fólk brúka nógv í dag, so tey kendu seg heima á Spæliplássinum undir Silent Disco. 

Tað vísti seg, at Silent Disco eisini var eitt gott høvi hjá vinfólkum at hugna sær sama. 

Silent Disco er eitt nútímasútgáva av dansi væl í stillum. 

Stillið tykkum allar, riddarar, Noregs menn! dansið væl í stillum.

Í Føroyum búðu høvdingar tveir, Sigmundur og Tróndur itu teir.

 

Er kopiera