G!: BYRTA blásti G! um koll

Poppbólkurin BYRTA hátíðarhelt 10 ára dagin fyri, at hann útgav sína debutplátu.

Tað gjørdi BYRTA við einum braki av einar konsert á Sandinum í Syðrugøtu.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Janus Ramussen og Guðrið Hansdóttir eru ein sjáldsom samanrenning av einum elektroniskum tónlistamanni og einum sangara og sangskrivara. 

Burturúr hesari sjáldsomu samanrenning er sprottið Føroya størsti poppbólkur, ið borðreiður við egnum og sera hugtakandi poppi. 

Sandurin á G! var á kjafti við fólki, tá BYRTA fór á pallin. Tað minti mest av øllum um, tá Europe og Nephew í síni tíð spældu á G!

Stóra mannfjøldin tóktist koma eitt sindur óvart á Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, sum skuldu líka brúka eina løtu at skilja, at tey spældu ársins størsta G!-konsert. 

Guðrið Hansdóttir stórtrívist í leiklutinum sum oddakvinna í BYRTA, ið er rættiliga langt frá tí, ið hon annars ger tónlistarliga. 

BYRTA fevnir sera víða, og til konsertina fríggjakvøldið vóru bæði børn, ung, vaksin og eldri fólk til konsertina. 

BYRTA hevði eisini fyrireikað seg væl til konsertina við flottum búnum og dansarum. 

Tað verður neyvan so trongt aftur á Sandinum til ársins G! festival, sum tað var til konsertina hjá BYRTA. 

Føroya størsti poppbólkur er aftur virkin, og tað var fantastiskt at uppliva á Sandinum. 

Er kopiera