- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: 200 sparkar enn hart reyv
2003 var annað árið, at G! festivalurin bleiv fyriskiparðu.
Men tað var fyrsta árið, at festivalurin av álvara spílaði seg út við Spæliplássinum og stóra pallinum á Sandinum, sum vit kenna tað í dag.
Tá trinu tríggir ungir mans úr Havn á pallin á Sandinum frammanfyri 20 fólkum og einum hundi.
Bólkurin var 200, og 20 ár seinni vóru teir aftur á G!, og tað var akkurát líka feitt og reyvhart sum altíð.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Niels Arge Galan er oddamaður í 200, og hann er ein blanding millum ein croonara og ein prætikumann, tí 200 hava ein boðskap við sínum tónleiki.
Konsertin á Spæliplássinum í nátt var ein staðfesting av, at 200 hevur bæði trúfastar fjeppararnir, ið hava verið við síðani byrjanina.
Men bólkurin hevur eisini fingið fleiri nýggj ættarlið av fjepparum hesi seinastu 20 pluss árini, bólkurin hevur verið til.
Tað serliga við 200 er eisini, at manningin er hin sama, sum hon hevur verið allatíðina. Uni Árting buldrar enn upp á trummurnar.
200 hátíðarhelt eisini útgávuna av nýggju plátuni "Reyvhart" á G! Tað eru sjey ár síðani, at 200 gav eina plátu út seinast. Tann fyrsta plátan, "200%" kom í 2001.
"Reyvhart" er fallin í góða jørð hjá føroyingum, og hon er eisini nógv at hoyra í útvarpinum. Tað er ikki ein sjálvfylgja við tónleikinum hjá 200.
Mikael Blak, ið spælir bass í 200, er eitt tónlistarligt flogvit, sum finnur upp á nógv av tungu riffunum hjá 200 á sínum bassi.
Hóast 200 varð stovnaður heilt aftur í 1996, so hevur bólkurin javnt og samt vunnið hjørtuni hjá nýggjum ættarliðum, ið nokk ikki vóru fødd, tá bólkurin sá dagsins ljós.
200 vóru í toppformi og framførdu eina góða blanding av nýggjum og gomlum sangum.
Konsertin á Spæliplássinum í nátt staðfesti, at tey, ið hava ampa ella ilt í reyvini av 200, mugu venja seg við kensluna. 200 fer ongan veg.
Sjálvandi kókaði tað allar mest til hittið "Muscleman blað".
"Tað sum mann sigur, er mann næstan altíð sjálvur."
|