G!: Saltfiskur, sirm og super lag

Síðsti dagurin á ársins G! festivali byrjaði við gudstænastu í Fjósinum og stórum barnatiltakinum, áðrenn borðreitt varð við saltfiski á Sandinum. 

Meðan tað hevur verið sólin, ið hevur sett sín dám á G! seinastu dagarnar, so var tað saltfiskur og sirm í dag.

Tað skuldi meira enn eitt sindur av sirmi at halda G!-gestunum burtur.

Søltu bitarnir komu væl við hjá teimum, ið høvdu hildið longst á í nátt.

Søltu bitarnir komu eisini væl við hjá børnum og ungum, sum hugnaður sær á Sandinum.

Unden mad og drikke, duer helten ikke, siga danir. Hesar báðar vóru klárar til enn ein festivaldag oman á saltfiskin.

 

 

 

Er kopiera