Døglingar spæla sær á Kaldbaksfirði

16.07.2023 - 14:10
Innlendis
Døglingar spæla sær á Kaldbaksfirði
Síðstu dagarnir hava tríggir døglingar verið at sæð inni á Kaldbaksfirði, har teir spæla sær, meðan fólk í bilum í hópatali hyggur at.
Fleiri bilar enn vanligt síggjast fram við vegnum á Kaldbaksfirði, nú tríggir døglingar eru komnir inn á fjørðin at spæla sær
Mynd: Hilmar Jan Hansen  

- At døglingur sæst inni á føroysku firðunum, er kanska ein ábending á, at vit skulu rokna við at síggja meira til stórhval millum oyggjarnar.

Tað heldur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, nú tríggir døglingar síðstu dagarnar hava spælt sær inni á Kaldbaksfirði.

Av tí sama eru fleiri bilar at síggja á vegnum inn ímóti Kaldbaksbotni, tí fólk vilja síggja hesar forvitnisligu hvalirnar.

Bjarni Mikkelsen sigur tað tó ikki vera so vanligt, at døglingur sæst inni á føroysku firðunum, men at tað – sum nú – kemur fyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672