- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: RSP eru nýggju G!-kongarnir
"Heldur tú, at RSP fer at megna at lyfta uppgávuna at spæla á sandinum?"
Oh Ye Of Little Faith.
Svarið upp á spurningin, sum ein ivandi G!-gestur setti áðrenn RSP-konsertina, var eitt rungandi ja.
RSP-konsertin sunnunáttina gjørdist ársins konsert á sandinum í harðari kapping við konsertina hjá BYRTA leygarnáttina.
Í einum ruðuleika av stórum aldubrotum, tungum regni, vindi og algoystum ungdómum, ognartók RSP bæði sandin og G! festivalin.
RSP kendust eins og stóru aldubrotini, ið sunnunáttina hóttu við at svølgja Gøtusand.
Dreingirnir komu brestandi út á pallin við stórum sjálvsáliti, rættvendum kropsburði, reyvristandi dansarum og einum hettutroyggjabanda í brølapum.
Sandurin var á gosi við eins stórum fagnaði og tann á Spæliplássinum í fjør.
Fólk hoppaðu og bóltaðu oman á hvørjum øðrum, meðan RSP rappaðu um at taka rúsevnir, slikka fisu og at ballast í bilum.
RSP hálar føroyska ungdómsmentan upp við rótini og vendir rangan á henni út.
Teir tríggir, Ronnason, Stoney og Popparin, rappa um alt tað, ið gongur fyri seg millum ung, men sum flestu føroyingar ikki vilja hoyra talan um ella viðganga finst.
RSP sigur ærligar søgur úr lívinum hjá teimum trimum limunum.
Eitt nú um barndómsvinmannin, ið bleiv tikin við tveimum kilo av rúsevnum og einari avsagaðari høglbyrsu undir songini og fekk sjey ára langa fongsulsrevsing fyri tað.
Tað er sex, drugs og rock'n roll, og tað er í grundini rættiliga skemtiligt, at tað framvegis eru nýggj ættarlið av vaksnum føroyingum, ið halda, at tað ber til at goyma hesar veruleikar frá ungum og børnum her á landi.
RSP eru eitt úrslit av síni tíð og sínum tónleiki.
HipHop og rapp eru størstu tónleikasjangrurnar í dag, og RSP gera í so máta einki øðrvísi, enn størstu altjóða nøvnini innan sjangrurnar gera.
RSP gera tað bara á føroyskum, og tað er fantastiskt.
|